Unidrain

Unidrain er funktionel minimalisma og reinar linjur. Her sleppur tú frá at standa á einari kaldari rist mitt á gólvinum. Møguleiki er eisini at velja stórar flísar, uttan at frárenslið skal oyðileggja úrslitið, men heldur mótsatt.


[SÍ FALDARAR HER: Vøruúrvæl, Mát, Prísir o.a.]


Unidrain er ein danskur framleiðari av gólvfrárenslum. Sum teir fyrstu í heiminum komu teir í 2003 við linjufrárenslinum sum eitt alternativ til tað traditionella fýrkantaða gólvfrárenslið. Unidrain er tiltikið fyri tað slóðbrótandi linjufrárenslið, horna frárenslið, og at tað er 100% tætt ímillum gólv og vegg.


Unidrain er úr rustfríum stáli. Frárensl frá unidrain verða løgd heilt inn at vegginum. Hetta ger, at gólvið bert skal hava hall ímóti vegginum, har risin liggur. Hetta ger gólvið javnari og sparir áleggjaranum nógv stríð. At frárenslið liggur heilt inn at vegginum ger tað eisini møguligt at leggja stórar flísar, uttan at hetta órógvar flísamynstrið.


Trygd – 100 tætt

Sum tann einasti kann Unidrain tryggja, at tað er 100% tætt ímillum vegg og gólv, har frárenslið liggur. Hetta kemur av, at øll Unidrain frárenslini hava eina vinkulplátu (sí mynd), sum gevur fulla trygd ímóti vatnskaðum. Vinkulplátan ger, at vatnið ikki sleppur at vegginum, men verður leitt beinleiðis í frárenslið.



Velur tú unidrain, eru nógvir valmøguleikar. Kanska skal tað verða tann vakra hornaristin?

Ella tað klassiska linjufrárenslið úr rustfríum stáli?Ella skal risin verða heilt goymd burtur? Líkamikið hvørja loysn tú velur, so er tað heilt víst, at tú fært eina eleganta og stílfulla loysn, sum tú heilt sikkurt verður glaður fyri.






Almenn baðirúm – Størri loysnir

Tann fleksibla loysnin frá unidrain Modul 1100 ger tað møguligt at framleiða eitt frárensl til størri baðirúm / Brúsurúm.


Samanset tína egnu loysn her



Hjá p/f Maria Poulsen finnur tú eitt stórt úrval av Unidrain loysnum. Vit lagurføra allar Unidrain lutirnar og leiðbeina til ta bestu loysnina.

 





Vegleiðing til upseting av Unidrain:

 

Unidrain í Betong:


Unidrain: Træbjálkar við sparsli:


Unidrain: Træbjálkar og gólvplátur:




[SÍ FALDARAR HER: Vøruúrvæl, Mál, Prísir o.a.]



Hjá p/f Maria Poulsen finnur tú eitt stórt úrval av Unidrain loysnum. Vit lagurføra allar Unidrain lutirnar og leiðbeina til ta bestu loysnina.



Maria Poulsen 
 Tlf: 31 20 00

 mp[@]mp.fo




 
Maria Poulsen HVS
+298 31 20 00

Blikksmiðan
+ 298 71 20 60 
Maria Poulsen Búnýti
+298 31 20 01

Maria Poulsen Baðirúm
+298 71 20 80

Døgntænastan:
+298 21 96 11

Box 182 | Fo-110 Tórshavn |
mp[@]mp.fo
TÍÐINDI
Jólablaðið 2017
Upplatingartíðir

Handil HVS Mánadag - Fríggjadag kl. 08.00-17.00

Leygardag kl. 09.00-13.00
Baðirúm
Mánadag - Fríggjadag
kl. 10.00-17.00

Leygardag
kl. 10.00-13.00
Búnýti Mánadag - Hósdag
kl. 10.00-17.30

Fríggjadag kl. 10.00-18.00

Leygardag
kl. 10.00-16.00
Blikksmiðan  Mánadag - Fríggjadag
kl. 08.00-16.00

Leygardag Stongt